Framvegis trygt at geva blóð

Teimum, ið hava tørv á blóði í hesum døgum, nýtist ikki at óttast, at steðgur kemur í blóðlatingina, tí hóast koronavirus hevur lagt stórar partar av samfelagnum lamnar, so virkar blóðbankin sum vant, og nokk er av blóði. 

– Standurin er góður, og donorarnir koma út at verða tappaðir. Vit hava opið sum vanligt, men donorarnir koma inn gjøgnum aðrar dyr, tí koronakanningarnar eru uttan fyri vanligu dyrnar, sigur Joan Petersen, deildarbioanalytikari í blóðbankanum og leggur aftrat, at tað er framvegis púra trygt at geva blóð.

Ístaðin fyri at koma inn gjøgnum vanligu dyrnar í neðra, koma donorarnir nú gjøgnum høvuðsdyrnar, og annars tekur blóðbankin øll tey atlit, sum skulu takast í hesum døgum.

Koronavirus er eftir øllum at døma ikki ein vandi fyri blóðdonering, men blóðbankin tekur annars øll atlit, sum vanliga skulu takast umframt nýggju atlitini, ið myndugleikarnir krevja og ráða til. 

– Hevur onkur sjúkueyðkenni og líknandi, taka vit sjálvandi atlit til tað, og vit spyrja donorarnar, um tey eru frísk og so víðari, sum vit altíð hava gjørt. Einasta broyting er, at donorar, ið hava verið og ferðast uttanlands, ikki kunnu geva blóð fyrr enn 14 dagar aftaná, tey eru komin heim, óansæð hvar tey hava verið. Annars hava vit ikki fingið boð um at spyrja um annað enn tað vanliga, sigur Joan Petersen.

– Ert tú, sum blóðgevi, í sóttarhaldi, so skalt tú ikki koma út til blóðbankan, tí tá sleppur tú jú ikki út yvirhøvur.

Eins og alla aðrastaðni hevur blóðbankin eisini sett avmarkingar fyri, hvussu nógv fólk skulu savnast á sama stað.

– Tað koyrir sum vanligt, men tað eru ikki so nógvir donorar inni í senn sum vanligt. Fyrr høvdu vit onkuntíð fýra til seks donorar í senn, men nú er so at siga bert ein til tveir donorar í senn.

– Vit taka akkurát tey somu atlitini sum øll onnur, og mann skal ikki vera bangin fyri ikki at fáa blóð. Fólk hava framvegis brúk fyri blóði, sjálvt um vit hava korona í Føroyum.