Framvegis tætt samband millum donsku og føroysku kirkjuna

Føroyskir prestar sleppa framvegis at taka av tilboðum um skeið og eftirútbúgving í Danmark, hóast kirkjan verður yvirtikin. Eisini sleppur bispur at taka lut á fundum, tá teir donsku bisparnir hittast Á tíðindafundi á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í dag, har Felags yvirlýsingin í sambandi við yvirtøkuni av Fólkakirkjuni varð undirskrivað av Bertel Haarder, donskum kirkjumálaráðharra, og Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, kom fram, at føroyskir prestar o.o. starvsfólk í føroysku kirkjuni framvegis sleppa á danskar lærustovnar at nema sær kunnleika og t.d. taka eftirútbúgving.

Bertel Haarder legði dent á, at ein ætlað yvirtøka av Fólkakirkjuni ikki merkir skilnað við ta donsku kirkjuna. Ætlanin er at samstarva tætt framyvir, segði kirkjumálaráðharrin.

Umframt at føroyskir prestar skulu sleppa at eftirútbúgva seg í Danmark, er ætlanin, at Føroya biskupur framvegis skal vera við, tá biskuparnir í Danmark og biskupurin í Grønlandi hittast á fundum.

Harafturat sleppa føroyskir myndugleikar at brúka serkøna danska hjálp og møguliga rættarhjálp, um sonevndar lærusakir stinga seg upp. Tvs. um støða skal takast til, um t.d. ein prestur ikki verður mettur at hava boðað kirkjunnar læru.

Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum, var til staðar á Norðurbryggjuni, tá Yvirlýsingin varð undirskrivað. Hann metir tað hava stóran týdning fyri føroysku prestarnar, at teir framvegis sleppa eitt nú at eftirútbúgva seg. Harafturat vísir formaðurin í Prestafelagnum á, at í uppskotinum til løgtingslóg um Fólkakirkjuna í Føroyum, sum nú er til hoyringar, stendur m.a. í grein 7, stk. 3, at ?Sóknarprestur (...) skal støðugt granska Guds orð og trúarinnar læru?.

Spurdur, um hann væntar at hetta eisini fer at galda í framtíðini, sigur Jákup Reinert Hansen, at tað er ein fíggjarligur spurningur.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur seg tó ikki hava hugsað, um hetta kann samanberast við støðuna hjá føroyskum fólkaskúlalærarunum, tá tað fyri fáum árum síðani var vanligt, at lærarar fingu tilboð um at sleppa á ársskeið í Danmark, men sum nú er tikið av.

Hann metir ikki, at til ber at samanbera lærarastættina, ið telur eini 700 fólk, og føroysku prestarnar, ið eru eini 20 í tali, men viðgongur, at hann ikki kann siga, hvat framtíðin fer at bjóða uppá.

Jógvan á Lakjuni undirstrikar tó, at hann metir tað vera týdningarmikið, at t.d. føroyskir prestar sleppa út um landoddarnar at kunna seg og nema sær kunnleika, og heldur, at hetta eisini kann fara fram aðrastaðni enn í Danmark og nevnir Ísland sum eitt møguligt dømi.