Framvegis tætt og spennandi

Í Brøndby halda teir eina av orsøkunum til góða spælið sunnudagin vera, at vøllurin er væl betri, nú tað rættuliga er vorðið vár í Danmark

SUPERLIGAN

Tað er framvegis stórur spenningur í superliguni. Brøndby og FCK liggja stavn um stavn, og Esbjerg er í hølunum á teimum. Tað verður millum hesi trý liðini, at kappingin um meistaraskapin fer at standa.
Eingin ivi er um, hvat av liðunum, sum kappast um DM, er best fyri í løtuni. Brøndby hevði seint seinnapartin sunnudagin vitjan av AaB. Í góða várveðrinum vóru 20 túsund áskoðarar í Brøndby. Teir sóu góðu gongdina hjá heimaliðnum halda fram. Eftir avhølvingina í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin á heimavølli ímóti Esbjerg, hevur Brøndby í seks teimum seinastu dystunum einki mál fingið ímóti sær.
Hesa ferð var álopsspælið hugflogsríkt. Tað gekk skjótt frameftir vøllinum. Sendingarnar vóru neyvar, síðuskiftini nógv, og fleiri av málunum í 4?0 sigrinum vórðu skorað úr heilt lítlari fjarstøðu. AaB sprellaði eitt sindur seinnapartin av fyrra umfarinum. Í síðstu sekundunum fyri steðgin økti Brøndby til 2?0, og seinna umfarið var júst byrjaður, tá ið støðan varð 3?0, og so ráddi bara um hjá AaB at byrgja fyri, at tapið gjørdist ov lemjandi.
Vørumerkið hjá Michael Laudrup hevur altíð verið hugflogsríkt og álopskent spæl. Tí var einki at undrast á, at Brøndby venjarin sunnukvøldið var stak væl nøgdur. Hann hevur fleiri ferðir fyrr í vár víst á ? eitt nú eftir landskappingardystin í Esbjerg og steypadystin í Nykøbing Falster ? at vallirnir hava verið ov óslættir og tískil ikki nóg góðir til skjótt og neyvt spæl. Nú var vøllurin góður, og venjarin rósti sínum monnum fyri tað, sum teir høvdu avrikað.

Ikki sannførandi
FCK við Toda Jónsson á liðnum og tíggju túsund áskoðarum vann 2?0 í Gladsaxe. Stóri maðurin var nýggja álopsstjørnan Jesper Bech, sum skoraði bæði málini. Tað fyrra legði Todi Jónsson upp til miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað seinna skoraði Jesper Bech, tá ið hann í yvirtíðini smoygdi sær framvið AB málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.
FCK venjarin, Hans Backe, var ikki nøgdur við avrikið. Eftir venjingina í gjár vildi hann hava at vita frá spælarunum, hví teir bara drivu á í 1. hálvleiki. Hetta hevði við sær, at FCK legan alt seinna umfarið so at siga sat við hjartanum í hálsinum. Tað var um reppið, at AB eftir eitt av heilt fáu álopunum megnaði at javna, áðrenn FCK sigurin í yvirtíðini varð steðfestur.
Í FCK fegnast teir um metið á útivølli. FCK hevur ikki tapt 23 tær seinastu ferðirnar, teir hava verið aðra staðni og spælt ? í seytjan landskappingardystum, fýra Europa Cup dystum og tveimum DONG Cup dystum. Tað er ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at FCK eitt nú hevur spælt á Mallorca, í Budapest og í Glasgow, umframt at teir hava verið fleiri ferðir í Esbjerg, Brøndby og Odense. Seinasta ferðin FCK tapti á útivølli var Skírisdag í fjør. 17. apríl í 2003 tapti FCK 3?0 í Silkeborg.

OB misti á stokkinum
Góða gongdin hjá OB hevur havt við sær, at tað hevur verið sera torført hjá Jákupi á Borg at vinna sær pláss á besta liðnum. Nú fer tíðin at ganga undan. Síðst í mai verður tíðarskeiðið fyri leigusáttmálanum millum HB og OB liðugt, og í løtuni er tað lítið, sum bendir á, at Jákup á Borg fer at sleppa uppí part á besta liðnum, áðrenn hann aftur flytir til Havnar.
Leygardagin var sera intens og spennandi uppgerð á Odense stadion millum OB og Esbjerg. Úrslitið var 2?2. Tað kundu teir í OB bæði vera nøgdir við og ikki nøgdir við. Teir spældu í 75 minuttir við tíggju monnum, tí ein teirra eftir eitt korter sá reytt orsaka av neyðbremsuni. Við tí veruleikanum í huga var javnleikurin eitt gott úrslit.
Misnøgdin við javnleikin komst av risa møguleikanum, sum teir í yvirtíðini fingu fyri at tryggja sær øll stigini. Liðformaðurin Michael Hemmingsen tók ábyrgdina á seg, tá ið heimaliðið eftir 92 minuttir fekk brotsspark, men Esbjerg málverjin hevði lúrt OB veteranin av, tveitti seg rætta vegin og hálvbjargaði.

Ringur hýrur
Í Århus vónaðu og roknaðu tey við, at tað fór at ganga rætta vegin, tá ið svenski meistaravenjarin úr Svøríki fekk ábyrgdina av AGF. Men tað hevur bara gingið skeiva vegin. Í seks dystum síðani vetrarsteðgin hevur AGF bara fingið eitt stig. FC Nordsjælland fór úr Århus við 2?1 sigri. Nú verður aftur tosað um møguleikan fyri, at AGF skal flyta niður. Tað er langt frá meistaradreyminum, sum felagið ætlar sær at gera til veruleikan eitt av næstu árunum. Tí er einki at siga til, at lagið er vánaligt.
Lagið er heldur ikki nakað serligt í Herfølge. Í fýra av teimum seks dystunum, sum teir hava spælt síðani vetrarsteðgin, hevur tað ikki eydnast at skjóta mál. Herfølge vitjaði í Viborg, har heimaliðið ikki hevði vunnið síðani í oktober. Við 2?0 sigri lætti heimaliðið sær heilt burtur frá botnstríðnum.
Herfølge er framvegis omanfyri strikuna, men munurin aftur til Frem minkaði. Í Valby vann Frem 2?1 á FC Midtjylland. Undan hesum dystinum hevði Frem ikki vunnið á heimavølli síðani í oktober, og tað var eisini langt síðani, at FCM síðst vann á útivølli.
Næsta vikuskifti sær skráin soleiðis út: Viborg?Brøndby (leygardagin), AB?Esbjerg, AGF?OB, FCM?FCN, Frem?AaB og FCK?Herfølge.