Búskaparráðið:
Handilsjavnin vísir munin millum útflutning og innflutning, sí mynd 1. Í 2025 var avlopið á handilsjavnanum 2,6 mia. kr., samanborið við slakar 2 mia. kr. í 2024, og tað var áleið 3 mia. kr., um innflutningurin av skipum og øðrum stórum flutningstólum ikki verður tikin við.
Innflutningurin er vaksin við áleið 700 mió kr. í 2025 samanborið við 2024. Størsta økingin er í innflutninginum av djóra- og plantuoljum til framleiðslu av fiskafóðri, meðan innflutningsvirðið av skipum og matvøru eisini er vaksið nakað.
Samstundis er útflutningurin vaksin við áleið 1,4 mia. kr. í 2025 ella við 11%, sí mynd 1.
##med2##
Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her











