Framvegis óstøðugir marknaðir

Oddagrein:

Tað er framvegis órógv á marknaðunum í heiminum. Partabrævamarknaðirnir sveiggja serstakliga nógv í hesum døgum. Sjálvt fíggjarliga sterk feløg eru hoyknað undan byrðuni og eru farin av knóranum. Tað er ikki long tíð síðani, at nógv hildu, at nú var botnurin náddur, og so hava síðstu vikurnar víst, at nógv var eftir. Í verandi stund er sera trupult at vita, hvat endaliga útfallið verður.

 

Tey flestu eru tó samd í, at búskaparligi vøksturin í heiminum verður væl lægri enn mett, fyri ikki so langari tíð síðani. Hetta hevur aftur við sær, at eftirspurningurin eftir olju minkar og harvið prísurin. Hesi útlitini hava eisini verið við til eitt sera stórt prísfall á oljuni siðstu vikurnar. Oljan verður í dag handlað til undir 80 dollararar fyri tunnuna. Tað eru ikki nógvir mánaðir síðani - juli mánaði í ár – at vit sóu, at oljuprísurin var uppi á 147 dollarum. Bara fallið í oljuprísinum síðstu vikuna er tað stórsta fallið í eina viku síðstu 4 árini. Óttin fyri tí fíggjarligu støðuni og fallandi vøkstur í heimsbúskapinum sigst verða orsøkin. OPEC hevur kallað inn til kreppufund í Wien í novembur at viðgera støðuna. Í tíðindaskrivi sigur OPEC, at á fundinum skulu tey viðgera fíggjarkreppuna, heimsbúskapin og ávirkanina á oljumarknaðin.

 

Vit kunnu bara staðfesta, at tað er sera skjótt hvønn vegin í hesum døgum, og trupult er at meta um framtíðarútlitini. Tað er ikki langt síðani, at man helt, at tey oljuframleiðandi londini sótu við buktini í báðum endum, men heimsbúskapurin er so samantengdur, at nú kallar enntá OPEC inn til kreppufund.

 

Sum fiskivinnutjóð vita vit, at oljuprísirnir hava sera stóra ávirkan á føroyska samfelagið. So í øllum meldrinum kann hetta við einum fallandi oljuprísi hava positiva ávirkan á tað føroyska samfelagið. Vit vita, at oljuprísirnir eru sera tyngjandi fyri føroysku fiskivinnuna í løtuni. Eisini vanligi forbrúkarin hevur merkt nógv til tann hækkandi oljuprísin. Oljan verður handlað í dollarunum, og dollarin er nakað styrknaður, og tað dregur so hinvegin. Men kanska fara vit á hesum øki at merkja eina vend nú, soleiðis at tað fær jaliga ávirkan í samfelagnum.