Framvegis sjey stig fram til HB

Tað var um reppið, at HB fyri fyrstu ferð í ár fór av vøllinum uttan úrtøku, men enn eina ferð vísti toppliðið góðan moral, tá ið tað eydnaðist at vinna eitt stig burturúr 3-3 ímóti grannunum í B36, sum eina løtu vóru aftanfyri 2-0, men kortini megnaðu at svara aftur, so tað í hálvleikinum var 2-2. Tá var talan um sera stóran dramatikk, tí bæði Martin Pedersen hjá B36 og Jóhan Troest Davidsen hjá HB vórðu riknir av vølli, eftir at hava sæð gula kortið tvær ferðir.

 

Í Trongisvági endaði tað 1-1. TB legði seg framum, tá ið vanliga leiktíðin var farin, men KÍ svaraði aftur í síðstu løtu.

 

EB/Streymur og NSÍ lyftu sær á støðutalvuni við trivaligum sigrum. NSÍ vann 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi, sum spenti álopsbogan alt meiri, sum 2. hálvleikur leið, og so svaraði NSÍ tvær ferðir aftur og vann 3-0.

 

Í Sørvági vann EB/Streymur 2-0. Hetta var triði landskappingardysturin á rað, at teir í Sundalagnum vunnu fulla úrtøku, uttan at teir fingu mál ímóti sær.

 

-Vit eru nøgdir við soleiðis, sum tað tørnaði út í dag. Vit áttu at havt tryggjað okkum øll stigini, tí vit vóru frammanfyri 2-0, men tá ið teir so løgdu seg framum 3-2, og tað av álvara gekk undan, so eiga vit ikki at vera misnøgdir við javnleikin, segði HB venjarin Oddbjørn Joensen í samrøðu við Rás2, og hann frøddist um, at tað lagaði seg soleiðis, at tað enn eru sjey stig frá HB og aftur til KÍ, sum er næstovast.

 

-Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn, tá ið vit fram ímóti dystarenda løgdu okkum framum 3-2, segði B36 miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum stutt undan steðginum skoraði sera týdningarmikla málið til 2-1, og hann helt fram:

-Í 1. hálvleiki geva vit teimum loyvi at skora tvey sera bílig mál, og vit misnýta fleiri heilt stórar málmøguleikar.

 

Úrslit

NSÍ-Víkingur 3-0 (1-0)

1-0: sjálvmál 7.

.2-0: Andy Olsen 87.

3-0: Klæmint A. Olsen 90.

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Sjúrður Jacobsen (Magnus Olsen, 87.), Árni Frederiksberg, Andrass Frederiksberg – Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 89.), Klæmint A. Olsen, Andy Olsen

Gult kort: Jann Martin Mortensen, Andrass Frederiksberg

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen (Bergur Gregersen, 75.) – Heðin Hansen (Jann Ingi Petersen, 51.), Filip Djordjevic, André Olsen (Ingi Sørensen, 65.) - Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: André Olsen, Hjartvard Hansen

 

B36-HB 3-3 (2-2)

0-1: Fróði Benjaminsen 10.

0-2: Fróði Benjaminsen 19.

1-2: Róaldur Jacobsen 43.

2-2: Adeshina Lawal 45.

3-2: Súni Olsen 83.

3-3: Christian R. Mouritsen 88.

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Martin Pedersen, Hørður Askham, Símun Joensen – Jákup á Borg (Benjamin Heinesen, 82.), Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Adishina Lawal, Rasmus Dan Sørensen (Robert Heðin Brockie, 70.)

Gult kort: Martin Pedersen, Símun Joensen

Reytt kort: Martin Pedersen 45. (2 gul)

HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos (Pál Mohr Joensen, 87.) - Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen (Bárður Olsen, 65.), Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður Johnson Heinesen, 82.), Símun E. Samuelsen

Gult kort: Jóhan Troest Daviden, Heini Vatnsdal

Reytt kort: Jóhan Troest Davidsen 45. (2 gul)

 

07Vestur-EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: sjálvmál 44.

0-2: Niels Pauli Danielsen 81.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Torstein Mýlingstind (Jákup Olsen, 70.), Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus (Ásmund Hansen, 84.)

Gult kort: eingin

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam - Gunnar Zachariasen (Jónstein Magnussen, 87..), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Arnar Dam, Gert Hansen

 

TB-KÍ 1-1 (0-0)

1-0: Babacar 90.+1.

1-1: Kristoffur Jakobsen 90.+4.

Dómari: Alex Troleis

TB: Ivan Stojkovic -Eirikur Magnusarson, Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Aron Sørensen (Ragnar Tausen, 67.), Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen (Heini M. Mortensen, 85.) - Nicholas Ferenc Deverdics, Poul Ingason (Hjalti Vestergaard, 81.)

Gult kort:Babacar Ndiour, Martin Tausen

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Johan Jacobsen – Álvur F. Christianen (Henry Heinesen, 58.), Páll A. Klettskarð (Heðin Klakstein, 85.), Ísak Simonsen (Kristoffur Jakobsen, 55.)

Gult kort: eingin

 

AB-ÍF 0-1 (0-0)

0-1: Høgni Madsen 60.

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Símun Rógvi Hansen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Jónas Stenberg (Bjartur Kjærbo, 73.), Mikkjal Hentze (Dion Splidt, 81.), Sorin Anghel, , Gert Drangastein (Hørður M. Mohr, 43.), Rógvi Poulsen - Ahmed Keita

Gult kort: eingin

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ari Ó. Ellingsgaard (Hanus Thorleifsson, 81.), Heri H. Nesá (Bogi R. Petersen, 80.), Høgni Madsen, Clayton Soares, Øssur Dalbúð - Bartal Eliaseen

Gult kort: eingin

 

Støðan eftir 10 umfør

HB 24 stig

KÍ 17 stig

ÍF 16 stig

NSÍ 15 stig

EB/Streymur 14 stig

Víkingur 14 stig

B36 12 stig

TB 11 stig

07 Vestur 7 stig

AB 2 stig

 

11. umfar

Fríggjadagin 24. mai

ÍF-EB/Streymur

Sunnudagin 26. mai

KÍ-NSÍ

Víkingur-B36

HB-AB

TB-07Vestur

 

 

 

 

LIÐUGT

3-3

 

4 minuttir lagdir aftrat!

 

90) 3-3: Christian R. Mouritsen 88.

Enn eina ferð hevur HB megnað at reisa seg í evstu løtu. Eftir skotroynd og blokering í B36 brotsteiginum var tað Christian R. Mouritsen, sum smekkaði bóltin í kassan, og nú kennist tað sum um, at HB hevur størri yvirskot at dyrgja eftr sigrinum.

 

85) 3-2: Súni Olsen 84.

HB hevur havt leikliga yvirvág í 2. hálvleiki, men tað er B36, sum nú er á sigurskós. Miðverjin Gunnar Haraldsen misti bóltin til Súna Olsen, sum rak seg í góða støðu og skoraði.

 

78) 2-2

Robert Heðin Brockie er komin inn í B36 miðverjuna, og nú er Súni Olsen fluttur fram aftur á miðvøllin.

 

75) 2-2

Kristin R. Mouritsen er farin út av HB miðvøllinum, og í hansara stað er komin Bárður Olsen. HB hevur betri tak á álopsspælinum enn mótstøðuliðið.

 

70) 2-2

HB hevur betri tak á miðvøllinum, og serliga Símun Samuelsen hevur havt risa stórar málmøguleikar. Men í dag hevur hann ikki havt marginalirnar við sær, og støðan er framvegis 2-2.

 

60) 2-2

Ferðin er ikki so stór, sum hon var í 1. hálvleiki, men tað hava verið spentar støður í báðum endum.

 

50) 2-2

HB hevur havt risa møguleika, men Símun Samuelsen misnýtti úr góðari støðu.

Hjá B36 er Súni Olsen fluttur aftur í miðverjuna at tetta holið eftir útvísta Martin Pedersen, og Heini Vatnsdal er fluttur aftur í miðverjuni hjá HB at tetta holið eftir útvísta Jóhan Troest Davidsen.

 

HÁLVLEIKUR

2-2: Lawal 45.+1.

Tað hevur verið hendingarríkt síðstu løtuna. Jóhan Troest Daivsen í HB miðverjuni er rikin av vøllinum, og Martin Pedersen í B36 miðverjuni er eisini rikin av vøllinum. Í báðum førum var tað eftir seinna gula kortið, at Petur Reinert tók ostaskorpuna úr reyvalummanum.

Og tá ið spruttið kring reyðu kortini var av, sendi Súni Olsen fríspark innfyri, og tá stýrdi Lawal við høvdinum bóltin í málið.

 

45) 1-2: Róaldur Jacobsen 43.

Síðstu løtuna undan steðginum hevur B36 havt fleiri góðar møguleikar, og nú hevur tað eydnast at minka um munin. Eftir góða sending úr vinstru var tað miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum við hengisligum skoti legði bóltin framvið HB málverjanum Hans Jørgensen. Lítla løtu frammanundan hevði HB málverjin stórbjargað.

 

35) 0-2

Tað eydnaðist ikki B36 at umseta trýstið, sum árstalsfelagið eina løtu hevði, til mál, og nú er tað heilt javnt aftur. Sjálvandi gongur tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum er frammanfyri 2-0.

 

30) 0-2

Hóast Fróði Benjaminsen tvær ferðir hevur skorað og HB harvið er frammanfyri 2-0, so er tað leikliga javnt í Gundadali. Síðstu løtuna hevur B36 roynt at svara aftur.Enn hevur tað ikki eydnast at fáa mál. Næst við var Gilli Sørensen, tá ið hann sendi langskot í stólpan.

 

20) 0-2: Fróði Benjaminsen 18.

So er 2-0 til HB, og enn eina ferð var tað liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum skoraði. Uppspælið minti nógv um tað, tá ið hann skoraði fyrra málið. Jógvan Rói Davidsen spældi hann leysan mitt fyri, og Fróði var púra kalsur, tá ið hann setti bóltin framvið B36 málverjanum!

 

15) 0-1: Fróði Benjaminsen 14.

So hevur HB lagt seg á odda í Gundadali. HB steðgaði B36 í uppspælinum, og Kristin R. Mouritsen spældi liðformannin Fróða Benjaminsen leysan mitt fyri. Fróði varð púra leysur og lyfti bóltin hegnisliga upp um Tórð Thomsen í B36 málinum og í málið.

 

10) 0-0

HB hevur havt besta møguleikan, tá ið Kristin R. Mouritsen eftir innlegg úr høgru frá Christian R. Mouritsen sendi bóltin í stólpan.

B36 hevur havt góðan møguleika, men eftir innlegg stýrdi Rasmus Dan Sørensen bóltin við høvdinum upp um málið.

Martin Pedersen í B36 miðverjuni hevur sæð gula kortið.

 

5) 0-0

B36 bjóðar av frammarlaga á vøllinum

 

Dysturin er seinkaður í tíggju minuttir.

 

B36-HB kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Martin Pedersen, Hørður Askham, Símun Joensen – Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Adishina Lawal, Rasmus Dan Sørensen

HB: Hans Jørgensen - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen

 

 

------

 

LIÐUGT

1-1

 

1-1: Kristoffur Jakobsen 94.

Klaksvíkingar hava síðstu løtuna lagt nógv fyri, og nú hava teir javnað. Eftir innlegg var tað innskifti Kristoffur Jakobsen sum setti bóltin í kassan.

Øgiligur spenningur við Stórá, har tað framvegis verður spælt av lívsins kreftum.

 

1-0: Babacar 91.

TB hevur lagt seg á odda við beinleiðis frísparki, sum miðverjin Babacar sendi upp um manngarðin og í málið!

 

6 minuttir lagdir aftrat.

90) 0-0

Tað er TB, sum trýstir, og tvøramenn hava síðstu løtuna havt nógv hornaspørk, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora.

 

85) 0-0

Meinhard Joensen í KÍ málinum er so mikið skaðadarvaður, at hann er ikki førur fyri at skjóta málspark.

 

80) 0-0

Rógvi Joensen hevur enn eina ferð havt góða skotroynd, men Meinhard Joensen vardi út til horna.

 

75) 0-0

Klaksvíkingar hava bóltin meiri nú, enn teir høvdu fyrra partin av 2. hálvleiki. Næst við at fáa mál var KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør, eftir at hann hevði sneitt seg framvið Ivan Stojkovic í TB málinum. Men vinkulin varð varð ov spískur, og bólturin trillaði framvið stólpan.

 

70) 0-0

Rógvi Joensen hjá TB hevur aftur havt góða skotroynd, men bólturin smeyg sær dygst framvið stólpanum.

Hjalti Vestergard hevur loyst Aron Sørensen hjá TB av.

 

65) 0-0

Tað er øgilga spennandi og tætt, og tað hava verið spentar løtur í báðum endum. Ndende hevur havt góðan stútara, sum sigldi dygst framvið stólpanum aftanfyri KÍ málverjan, og so var um reppið, at Hjalgrím varð leysur, men hann var akkurát veittraður fyri rangstøðu.

 

60) 0-0

TB leggur stórt trýst á, men tað er KÍ, sum hevur átt besta møguleikan. Rangstøðufellan kiksaði, og Hjalgrím Elttør var púra leysur, men hann misnýtti.

Henry Heinesen er komin inn á KÍ miðvøllin í staðin fyri Álv F. Christiansen.

 

 

55) 0-0

Tvøramenn hava fríska lotið undan, og heimaliðið hevur fyrstu løtuna eftir steðgin lagt nógv fyri. Spentasta støðan var, tá ið Babacar eftir horna stútaði upp um málið. Kristoffur Jakobsen hjá KÍ hevur nú avloyst Ísak Simonsen.

Óli Johannesn hjá TB brúkar nógv at seta rangstøðufelluna, og higartil hevur tað eydnast væl ímóti Hjalgrími Elttør og Páll A. Klettskarð.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

 

40) 0-0

TB hevur lagt trýst á ímóti vindinum, og nú hava teir havt besta møguleikan. Babacar royndi seg við høvdinum, men Meinhard Joensen bjargaði meistarliga. KÍ spælararnir eru longri afturi á vøllinum, enn teir vóru fyrstu løtuna, og teir duga væl at varðveita bóltin, tá ið teir hava fingið fatur á honum.

 

30) 0-0

Tað gongur framvegis javnt á, og tað hava verið spentar støður frammanfyri bæði málini, men tað er framvegis málleyst.

 

25) 0-0

Páll A. Klettskarð var um reppið at verða leysur frammanfyri TB málverjan, men Ndende taklaði bóltin aftur til TB málverjan.

Tað tykist torført at fáa skipað samanspæl í lag.

TB hevur havt sítt fyrsta hornaspark.

 

15) 0-0

Ndende hjá TB hevur havt góða skotroynd eftir upospæl í vinstru og innlegg, men Meinhard Joensen í KÍ málinum bjargaði.

 

5) 0-0

KÍ hevur havt fyrsta hornasparkið, men tað hava ikki enn verið upplagdir málmøguleikar.

 

Eitt frískt lot út eftir Trongisvági, men tað darvar ikki spælinum nakað serligt. KÍ hevur lotið undan í 1. hálvleiki.

 

TB-KÍ kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

TB: Ivan Stojkovic -Eirikur Magnusarson, Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen - Nicholas Ferenc Deverdics, Poul Ingason

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ísak Simonsen – Álvur F. Christianen, Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen

 

 

----

 

LIÐUGT

3-0!

 

90) 3-0: Klæmint A. Olsen 90.

NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen hevur staðfest rudduliga heimasigurin.

 

87) 2-0: Andy Olsen 87.

Víkingur hevur fram ímóti dystarenda slept nógv í verjupartinum fyri at fáa meiri tyngd í álopspartin, og nú hevur Andy Olsen skorað í mótálopi.

 

80) 1-0

Tað gongur javnt á við Løkin, men støðan er framvegis 1-0 til heimaliðið.

 

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

Støðan er framvegis 1-0 til NSÍ. Fyrstu løtuna hevði heimaliðið stórt gagn burturúr undanvindinum, men síðstu løtuna hevur tað verið javnari.

 

45) 1-0

 

15) 1-0: sjálvmál 8.

Heimaliðið hevur skorað. Jann Martin Mortensen sendi hornaspark beinleiðis í málið aftanfyri Geza Turi. Sambært dómaranum var tað umvegis Kaj Leo í Bartalsstovu hjá Víkingi.

 

 

NSÍ-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

 

-----

 

LIÐUGT

0-2

 

85) 0-2: Niels Pauli Danielsen 81.

Alt bendir á, at meistararnir í EB/Streymi skulu fara úr Sørvági við fullari úrtøku, tí nú eru teir frammanfyri 2-0. Tað var miðvallarin Niels Pauli Danielsen, sum staðfesti sigurin. Niels Pauli hevur seinastu ferðirnar verið skiftur inn, men í dag er hann við frá fyrsta bríksli, og nú hevur hann staðfest sigurin.

 

45) 0-1: sjálvmál

Talan hevur ikki verið um stórar málmøguleikar, men EB/Streymur er á odda. Eftir langt innkast frá Pæturi Dam Jacobsen var 07Vestur miðverjin, Tehé Aristidé, sum við høvdinum setti bóltin í egið mál.

 

 

30) 0-0

EB/Streymur hevur betri tak á spælinum, men talan hevur higartil ikki verið um heilt upplagdar málmøguleikar.

 

 

15) 0-0

Líkindini eru fín í Sørvági, og higartil hevur tað gingið javnt á.

 

07Vestur-EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus