Á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum varð eitt broytingaruppskot lagt fram.
Hetta var frá Fleyr, sum vildi hava meistaradeildina hjá kvinnunum víðkaða úr seks upp í sjey lið.
Fleyr mátti í vetur ásanna, at tær ikki megnaðu at spæla seg framhaldandi luttøku í bestu kvinnudeildini, men hóast tey soleiðis royndu at halda fast um møguleikan, so fall uppskotið við seks atkvøðum móti fimm.










