Tað er framvegis ikki komið á mál millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina í fíggjarmálaráðnum, og støðan partana millum er sum so óbroytt.
Sjúkrarøktarfelagið ynskir ein lønarvøkstur, sum fær lønarstøðið upp á sama støði sum aðrar tilsvarandi útbúgvingar. Ov langt hevur kortini verið millum partarnar, og Sjúkrarøktarfelagið vrakaði sum kunnugt seinasta uppskotið frá semingsstovninum fyrradagin.
Kringvarpið visti í Degi & viku í gjár at siga, at Sjúkrarøktarfelagið hevði viðgjørt støðuna innanhýsis, og Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sigur í morgun, at tað er ikki nógv á skránni í dag.
– Skráin sær rættiliga friðarlig út. Vit hava innkallað álitisumboðini kl. 13 fyri at geva teimum eina kunning um støðuna, men annars er einki nýtt enn tað.
Tað hevur ligið í luftini, at sjúkrarøktarfrøðingarnir møguliga fara í verkfall, men Óluva í Gong vil ikki siga, hvat næsta stigið hjá felagnum er í løtuni.
– Av tí at tað er samskiftið millum partarnar, so fer næsta stigið at avhanga av tí samskiftinum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.