Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra tapt. Sambært einari nýggjari meiningakanning hevði andstøðan fingið 91 umboð Í Fólkatingið og sostatt meiriluta til at skipa satjórn.
Kanningin gevur Sosialdemokratunum 47 tinglimir ella tveir fleiri, enn flokkurin hevur nú. Samstundis fær Sosialistiski Fólkaflokkurin níggju tingmenn afturat teimum 23, sum flokkurin hevur. At enda fær Tey Radikalu átta og Eindarlistin fýra tinglimir.
Bláu megin miðjuna fáa Vinstri 43 tinglimir, Tey Konservativu 18 og Danski Fólkaflokkurin 23 ella tilsamans 84.