Nú arbeiðsdagurin líður móti endanum og fólk aftur fara at leita sær út á landsvegir at sleppa sær heim, er vert at minna fólk á, at tað enn er nógvur vindur og hálka um alt landið.
Landsverk boðar frá hálku á Høgareyni, á Viðareiðisvegnum, á Kambsdali, í Runavík, við Norðskálatunnilin eystarumegin, á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð, á Sundi og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum.
Nógvur vindur er enn um alt landið.
Á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er hvassur stormur, í hvirlunum upp í 47,6 m/s.
Á Høgareyni er eisini stormur, upp í 32,8 m/s í hvirlunum.
Á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum er eisini stormur og upp í 31,6 m/s.
Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, á Sandavágshálsi og á Glyvursnesi er skrið, í Kaldbaksbotni, við Velbastaðsháls og á Porkerishálsi er hvassur vindur, meðan tað á Gjáarskarði og við Norðskálatunnilin er stívt andøvsgul. Á hesum støðum eru hvirlurnar frá 26 m/s upp í 32 m/s.











