Stormur í dag og ælingur. Hvassur vindur og kavaælingur í morgin. Leygardagin hvassur vindur og vátaslættingsælingur. Veturin hongur enn yvir okkum.
Hósdagin verður stormur av útsynningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum tvey og fimm stig.
Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av vestri, seinnapartin minni vindur. Okkurt vátaslettings- og kavaælið og hitin millum tvey og fimm stig.
Leygardagin verður hvassur vindur av útsynningi, um kvøldið minni vindur. Okkurt kava- ella vátaslettingsælið og hitin millum eitt og fimm stig.
Sunnudagin verður lot av suðri, mánadagin frískar hann vindin av útsynningi. Yvirhøvur turt og hitin millum eitt og seks stig.










