Framvegis nógvar landminur

Hóast stór øki eru ruddað fyri landminur, eru tað framvegis fleiri túsund fólk, sum fáa mein ella doyggja av teimum vandafullu minunum.

Nakrir felagsskapir, sum stríðast ímóti landminum, siga í einari nýggjari frágreiðing, at í fjør vórðu 7.300 fólk rakt av landminum, og tað er 11 prosent fleiri enn árið fyri. Umleið 2.000 av teimum 7.300 doyðu av brestunum, og tey flestu vóru sivilfólk. Tær flestu landminurnar brustu í Kolombia, Sri Lanka, Nepal, Burma og teimum palestinsku økjunum.

Felagsskapirnir gera vart við, at tølini umfata bara teir tilburðir, sum eru fráboðaðir, og serfrøðingar halda, at tað veruliga talið er tvær ferðir so stórt.