Havsbrún í Fuglafirði fær framvegis nógvan svartkjaft frá føroyskum og útlendskum skipum.
Mikumorgunin byrjaði grønlendska uppsjóvarskipið Tasilaq at landa 700 tons av svartkjafti, og hóskvøldið kom Christian í Grótinum við umleið 2500 tonsum.
Skipini, sum seinastu tíðina hava landað svartkjaft í Fuglafirði, eru eitt nú Finnur Fríði, sum hevði umleið 2500 tons og grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq, sum hevði umleið 2100 tons.
Herfyri landaðu eisini Tróndur í Gøtu, Borgarin og Høgaberg svartjaft til Havsbrún í Fuglafirði.