Framvegis minkandi vøkstur í Kina

Búskaparvøksturin í Kina var 7,4 prosent í triðja ársfjórðingi. Tað er minni enn í øðrum ársfjórðingi, og sostatt er kinesiski búskaparvøksturin minkaður støðugt í tvey ár.

Higartil í ár hevur vøksturin verið 7,7 prosent, men myndugleikarnir í Beijing vænta, at vøksturin í 2012 verður 7,5 prosent. Árini frá 2000 til 2010 vaks búskapurin í Kina umleið 10 prosent um árið.

Høvuðsorsøkin til, at hjólini ikki mala so skjótt í Kina longur, er fíggjarkreppan í USA og Evropa, tí hon ger, at amerikanarar og evropear keypa ikki so nógvar kinesiskar vørur nú sum fyrr.