Framvegis methøg smittutøl

Í gjár vóru 727 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

5163 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3716 smittað, fimm eru innløgd, harav ein vegna korona, og fýra eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Smittutrýstið er framvegis høgt, tað er 14,1 prosent. Og miðaltalið fyri smittað um dagin seinastu sjey dagarnar er nú heilt uppi á 531.