Framvegis mest konufólk á HF í Klaksvík

Konufólk hava serligan tokka til HF-skúlan í Klaksvík, og í ár eru konufólkini enn einaferð í stórum meiriluta í nýggja flokkinum

Klaksvík: Aftur í ár vera tað nógv fleiri konufólk enn mannfólk, sum byrja á Klaksvíkar HF-skeiði.

Mánadagin byrjar ein nýggjur flokkur, og í hesum flokki verða 18 konufólk og fimm mannfólk. Og sannførandi meirilutin hjá konufólkunum á skúlanum kemur rættiliga fram, tá hugt verður eftir teimum, sum byrja upp á seinna árið mánadagin.

Í teimum báðum 2. flokkunum er eitt mannfólk til hvønn flokk, og restin er konufólk. Samanlagt eru fleiri enn 60 konufólk á skúlanum, meðan mannfólkini eru sjey í tali.


Ikki sami áhugin

Í fjør var áhugin fyri HF-skúlanum so stórur, at tveir nýggir flokkar vórðu tiknir inn.

Vanligt hevur verið, at ein HF-flokkur byrjar á HF-skúlanum í Klaksvík hvørt ár, meðan tveir flokkar verða tiknir inn á Kambsdali, men í fjør var øvugt.

Í ár hevur áhugin fyri skúlanum í Klaksvík ikki verið so ovurhonds stórur, sum hann var í fjør, og tí er júst nóg mikið til ein nýggjan flokk. Á Kambsdali byrja tveir nýggir HF-flokkar.

Vanligt hevur verið, at tey, sum søkja inn á HF-skúlan í Klaksvík, sleppa inn, men onkuntíð hevur verið neyðugt at heita á klaksvíkingar um at taka HF á Kambsdali.

Skúlagongdin á HF-skúlanum í Klaksvík byrjar mánadagin klokkan 10.00.kanska vera torført hjá okkum føroyingum at skilja í ávísum førum, men hinvegin eiga reglurnar eisini at respekterast.Vit hava tó eisini okkara ábyrgd í so máta, tí kontrolskipan okkara virkaði ikki nóg væl, og hetta er so nakað, sum vit mugu royna at betra um. Hinvegin eiga vit eisini at vera eitt sindur »føroyskir«, soleiðis at alt ikki gerst ov fýrakantað, tí hetta liggur jú ikki til okkum.

Vóru trupulleikar av ymsum slag við fyrireikin og øðrum, so er tó eitt, sum Poul tykist ómetaliga fegin um:

- Eg haldi at 12. maður eigur eitt stórt herðaklapp uppiborið fyri teirra leiklut. Teir skaptu ein ótrúliga góðan stemning, og ikki minst tað, at teir nú sita á endatribununi ger, at øll hini fólkini síggja teir. Teirra leiklutur lág so avgjørt ikki eftir, og hetta varð til at gera upplivingina hjá hinum áskoðarunum enn størri, varð seinasta viðmerkingin frá formanninum fyri Tórsvøll.