Framvegis meirilutiluti ímóti at geva teimum samkyndu lógarverju.

Jógvan Mørkøre

Tá ið lógin var til viðgerðar á fyrsta sinni á vári 1988 skapti tað mikið politiskt rok á løgtingi, at tað var komið við ímillum húðalit og kyn, at tað ikki skuldi bera til at diskriminera orsakað av seksuellari orientering. Sannleikin var tann, at øll høvdu ikki lisið nóg væl ta donsku lóg, sum varð send víðari í tingið at verða samtykt. Men har segði KrF kortanei og kravdi lógaruppskotið út í landsstýrið aftur. Men tað vildi Atli Dam, løgmaður ikki vera við til. Endin varð, at KrF fór úr samgonguni. Í staðin leyp Adolf Hansen inn við sínum Framsóknarflokki.

Harvið skrivaðu Føroyar seg inn í heimssøguna, tí tað mundi vera fyrstu ferð, at tílíkt mál var endað sum ein kabinettspurningur. Tað mest løgna við hesari blaðsíðuni í heimssøguni mundi vera, at tað alt skyldaðist ta beru tilvild. Eingin hevði ætlað at reist hetta mál tá, hvørki í samgongu ella andstøðu. Tað hoyrdi til tabu-evnini í føroyskum politikki saman við m.a. abort.

Nú 18 ár seinni elvir málið aftur til rok. Men mangt er broytt. Felagsskapir eru skipaðir, og politikarar á tingi taka tey samkyndu til sín og gera seg til forsprákarar fyri teirra rættindum. Samstundis er umheimurin farin at vísa Føroyum og føroyingum ans í hesum máli.

Tá ið málið gjørdist politiskt fyri 18 árum síðani, gjørdist tað møguligt at spyrja til henda spurning í veljarakanningum. Nú var tað ikki longur tabu-evni, tí atkvøtt hevði verið um spurningin í løgtinginum. So í sambandi við løgtingsvalið seinni sama ár varð spurt til hetta. Har var ein greiður meiriluti ímóti. Tað var galdandi bæði fyri gomul og ung. Og bert millum javnaðarveljarar var ein lítil meiriluti fyri at geva teimum samkyndu lógartrygd. Ímillum tjóðveldisveljarar stóð á jøvnum. Og veljararnir hjá hinum flokkunum vóru greitt ímóti.

Í dag er framvegis ein meiriluti ímóti at hava seksuella orientering við í 266 b, men hann er minkaður nógv hesi seinnu árini. Har tað í ’88 bert var ein fjórðingur fyri at geva lógartrygd og ein helvt ímóti, so eru góð fjøruti prosent fyri í dag; meðan hin parturin framvegis liggur um tey fimti prosentini. Tó so, at hetta seinasta hálva árið er munurin minkaður úr 12 niður í 7 prosent.

Tað tykist at vera rættuliga javnt í dag í teimum einstøku aldursbólkunum. Uttan í bólkinum 55 ár og eldri. Har er ein greiður meiriluti ímóti.

Ímillum veljararnar hjá politisku flokkunum er meiriluti fyri hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Í Sjálvstýrisflokkinum tykist at standa á jøvnum. Og hjá hinum er meiriluti ímóti.