Framvegis lítið til av toski á Føroyabanka

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina. Magnus fekk bert 49 toskar í 19 hálum.

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka í vár.

 

 

Yvirlitstrolingin vísti, at tað framvegis er sera lítið til av toski á Føroyabanka. Magnus fekk bert 49 toskar í 19 hálum.

 

Teir vóru sera stórir og vigaðu í miðal 14 kg í rundari vekt.

 

Hóast nebbasild var at síggja bæði í fiskamagum og í trolinum, sást hetta ikki aftur í øktari tilgongd av smáfiski. Minsti toskurin var heilar 89 cm langur. Hinvegin var nakað av smáari hýsu at fáa saman við teirri stóru hýsuni, skrivar hav.fo.

 

 

 

Øll frágreiðingin frá yvirlitstrolingunum kann lesast á hav.fo