Lýggj og slavin luft streymar inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Sunnunáttina fer ein kuldabrúgv fram við av vestri og síðani ein veikur hátrýstsryggur. Frá mánadegnum koma fleiri brúgvaløg framvið av útsynningi og tað verður ein sterkur streymur av suðri og útsynningi.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 7 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut og regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig. Í kvøld øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s og tað verður skýggjað og regn. Í nátt makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s og út á náttina klárar hann í eitt skifti. Hitin millum 3 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann niður í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 3 og 7 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á kvøldið og náttina regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, seinni makar hann niður í stívt andøvsgul upp í hvassa vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ein part av degnum. Hitin millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella æalveður. Hitin millum 4 og 8 stig.