Havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur júst verið til yvirlitstroling á Føroyabanka, har bert 10 av 29 hálum vórðu tikin, tí trolið kom fast í botn. Tað var eitt
sindur meira av toski at fáa enn í fjør, men tó var nøgdin lítil í mun til onnur ár, skrivar Havstovan.
Eisini var lítið at fáa av hýsu í mun til onnur ár.