Framvegis kul at brúka hjálm

Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði í gjár, saman við øðrum, einum tiltaki, ið skal eggja børnum at nýta súkkluhjálm. Ein fyrsti flokkur úr Eysturskúlanum var komin oman á keiøkið við molan, har tey fingu hvør sín hjálm og sluppu at royna eina súkklubreyt.

Trygd
Orð: Ingrid Bjarnastein

- Kiwanis kom upprunaliga við hugskotinum fyri trimum árum síðani, um at geva øllum børnum í fyrsta flokki ein hjálm. Hvør ár verður so koyrt út og givið børnunum ein hjálm, og hetta er eitt av tiltøkunum í hesum sambandi, sigur Jan Nielsen, sølumaður frá MBM.
MBM stuðlar tiltakinum saman við Eimskip, Føroya Sparikassa og alt hetta gjørt í samráð við Ferðslutrygd.
- Nú hava vit so sligið okkum øll saman og skipað fyri einum tiltaki. Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags er eisini her, tí tey hava týtt eina bók úr enskum, sum er um ein drong, sum ikki nýtir hjálm.



Kalt, men stuttligt



Umboð fyri allar stuðlarnar vóru á keiøkinum hósmorgunin. Fyrst segði Jón Kragesteen frá Ferðslutrygd eitt sindur um hjálmar, og síðani kom Høgni Djurhuus, lækni á Landssjúkrahúsinum og greiddi frá, hví tað er so umráðandi at nýta hjálm.



Niels Jákup Thomsen fortaldi síðani um bókina, Mick Harte var her. Hon er um ein drong, sum ikki nýtir hjálm. Hann er við í eini ferðsluvanlukku og doyr. Tað er systir Mick, sum fortelur søguna.



Tá børnini høvdu staðið og lurtað eina løtu, vóru tey eitt sindur køld. Men so fór Eli Christiansen, sum er súkklari, at vísa teimum, hvussu tey skuldu súkkla ígjgønum breytina. Tey fingu stig fyri, hvussu væl tey kláraðu seg. Og ímeðan vórðu pylsur hitaðar, sum tey síðani fingu at eta.



Breytin var eitt sindur torfør, men børnini kláraðu seg væl. Onkur rulluskoytaði og summi súkklaðu ? øll sjálvandi við hjálmi.