Framvegis konservativ afturgongd í Danmark

Tað hjálpti eftir øllum at døma ikki hjá konservativa fólkaflokkinum í Danmark, at Lene Espersen, uttanríkisráðharri, fór frá sum formaður, og at Lars Barfoed, løgmálaráðharri, kom í hennara stað.

Í hvussu er vísir ein meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, at var fólkatingsval í dag, hevði konservativi flokkurin fingið 4,9 prosent av atkvøðunum. Ritzau sigur, at so lítla undirtøku hevur flokkurin ongantíð havt, síðani tíðindastovan fórundir at gera politiskar meiningakanningar.

Sambært kanningini hjá Ritzau hevði andstøðan vunnið, um fólkatingsval var nú. Andstøðuflokkarnir høvdu knappliga 55 prosent av atkvøðunum og stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar 45 prosent.