Klor verður framvegis latið í vatnið í Havn, og tí mugu havnarborgarar framvegis kóka sær vatnið, vilja teir verða á tryggu síðuni.
Hóast vit nú aftur hava havt eitt sindur av regni, so er vatngoymslan í Villingardali framvegis ikki fylt aftur.
Brynjálvur Ellingsgaard á Vatnverkinum í Havn sigur, at nýtt verða eini 80-90 tons av vatni um tíman úr Villingardali. Vanliga nýtslan liggur um 200 tons um tíman.
Men alt tað sum ikki rennur úr Villingardali rennur úr goymsluni í Havnardali.
? Trupulleikin er, at økið í Villingardali, har vatnið rennur í goymsluna, ikki er meira ein ein ferkilometur til víddar - og áskotið er so lítið, at vantið dampar burturaftur. Økið í Havnardali er um tríggjar ferkilometrar - og harafturat eru fleiri keldur, sum renna í goymslu har, sigur Brynjálvur Ellingsgaard.
Teir havnarborgarar, sum búgva niðan fyri ringvegin fáa fyri tað mesta vatn úr Havnardali, men tey sum búgva í Hoyvík og ovaru býarpørtunum fáa reinara vatnið úr Villingardali.
Fer at regna í nakrar dagar, so fyllist vatngoymslan í Villingardali. Men skrúvað verður frá fyrr enn so, sigur Brynjálvur Ellingsgaard.
? Síggja vit, at útlit eru fyri at goymslan økist, skrúva vit frá aftur, sigur hann.
Tað er ikki tað stóra hóvastáki at fáa vatn úr Villingardali kring býin. Nakrir ventilar skulu skrúvast, sigur Brynjávlur Ellingsgaard.