Í 2012 dubbaðu heimsins lond seg við vápnum fyri eina upphædd, sum svaraði til 1.500 krónur fyri hvønn íbúgva á jørðini, og tilsamans blivu yvir 10.000 milliardir krónur brúktar upp á vápn.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum svenski friðargranskingarstovnurin, Sipri, hevur gjørt.
Hóast kjarnorkuvápnini eru blivin færri í tali, so eru tey nýggju vápnini framvegis vandamiklari enn tey gomlu, og heimsins leiðandi kjarnorkuveldi halda bara fram við at menna og dagføra hesi oyðandi vápn.
Serliga órógvar tað, at lond sum Kina, India og Pakistan síðstu árini hava víðkað goymslur sínar við kjarnorkuvápnum.