Framvegis kalt men minni vindur

Summarveður verður einki fyrr enn út í mai, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur.

 

Summarveður verður einki fyrr enn út í mai, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur.

 

Seinnapartin í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum trý og seks stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og trý stig.

 

Fríggjadagin og leygardagin verður lot til andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum frostmarkið og fýra stig.