Framvegis jarðskjálvtar í Íslandi

Tað eru framvegis jarðskjálvtar undir havbotninum úti fyri Norðurlandinum í Íslandi.

Stutt fyri klokkan hálvum seks í morgun var ein skjálvti, sum var 4,5 á Richterstiganum, og fólk á Siglufirði siga, at har merktu tey hann væl. Veðurstofa Íslands sigur, at hesin sjálvtin er tann harðasti síðani í gjárkvøldið. Tá var ein, sum var 3,5 á Richterstiganum.

Jarðskjálvtarnir úri fyri Norðurlandinum byrjaðu í síðstu viku, og tann harðasti var sunnunáttina. Hann var 5,6 á Richterstiganum.