Framvegis á jøvnum í HM-dystinum

HM-dysturin millum 27 ára gamla heimsmeistaran Magnus Carlsen úr Noregi og 26 ára gamla avbjóðaran Fabiano Caruana úr USA er nú komin ein triðing á veg, nú fýra av 12 talvum eru telvað.

 

Í dag hevði Magnus Carlsen hvíta fólkið og hóast serfrøðingarnir skjótt fóru at klóra sær í høvdinum og kjakast um, hvørt norðmaðurin hevði gjørt ein feil ella var í ferð við at gera okkurt fantastiskt, so endaði eisini fjórða talvið við remis, sum tey trý undanfarnu.

 

Annars hevur stóra samrøðuevnið í dag verið eitt filmsbrot, sum talvfelagið hjá Fabiano Caruana legði út á Youtube í nátt, men skjótt strikaði aftur.

 

Filmsbrotið vísir ein part av fyrireikingunum hjá amerikanaranum, men vísti kanska meiri enn ætlað. Millum annað sást bæði hvør hevði hjálpt amerikanaranum í hansara fyrireikingum, eins og at man sá, hvørjar byrjanarstøður, toymið hjá Caruana hevði fyrireikað seg upp á. Spurningurin er so, um tað var av óvart, at filmsbrotið bleiv lagt út, ella um tað er skuggaspæl frá amerikonsku síðuni og ein roynd at órógva Magnus Carlsen.

 

Í morgin er hvíludagin, áðrenn Fabiano Caruana sessast við hvíta fólkinum hósdagin. Vanliga verður sagt, at hvítur hevur ein fyrimun, men higartil í HM-dystinum er tað oftari svartur, sum hevur verið omaná, tó ongantíð nokk til at megna at vinna talvið.

 

Um hvítur so hevur fyrimun, so er eingin ivi um, at Magnus Carlsen hevur størra møguleikan, tí eftir talvið hósdagin hevur hann hvíta fólkið tvær ferðir á rað, í sætta og sjeynda talvinum. Hendan fyrimunin fær hann, tí at hann byrjaði við svørtum. Hinvegin, so skal hann eisini, um HM-dysturin varar so leingi, hava svarta fólkið í kanska avgerandi og tólvta talvinum.

 

Fyri tey áhugaðu, so bloggar Rani Nolsøe um HM-dystin á talvbloggu síni á Facebook. Bloggan eitur Rani bloggar um talv.