Nógvir íslendingar hava framvegis ikki gjørt av, hvat teir fara at atkvøða tann 9. apríl, tá fólkaatkvøða verður um Icesave-sáttmálan. Í einari meiningakanning, sum Capacent gjørdi fyrr í vikuni, siga 56 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, at tey fara at atkvøða fyri sáttmálanum. 44 prosent av teimum, sum hava tikið avgerð, svaraðu, at tey fara at atkvøða ímóti.
Ein onnuir kanning, sum Viðskiptablaðið kunngjørdi í síðstu viku, segði, at 52 prosent fara at atkvøða ja.
Men samstundis er vert at geva gætur, at sambært teirri seinastu kanningini eru tað heili 23 prosent, sum framvegis ikki hava gjørt av, hvar tey fara at seta krossin. Tølini vísa eisini, at tað eru serliga kvinnurnar, sum eru í iva, skrivar Morgunblaðið.