Framvegis heystveður

Kunnu vænta regn og vind næstu dagarnar

Vikuskiftisveðrið verður ikki stórvegis annarleiðis, enn veðrið vit hava havt seinastu dagarnar.

 

- Tað verður framvegis heystveður næstu dagarnar, sigur veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen.

 

Í morgin verður hvassur vindur og ælingur, tó kunnu vit rokna við onkrum sólglottum. Hitin fer at liggja millum 8 og 11 stig.

 

Leygardagin eru ikki stórvegis broytingar, men leygarkvøldið verður minni vindur og yvirhøvur turt. Hitastigini liggja um 8 og 11 stig.

 

Til ber at trýsta á pílin undir myndini um tú vilt hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá vikuskiftisveðrinum.