Framvegis ógreitt við Rógva Jacobsen

Sum støðan er í løtuni, veit Rógvi Jacobsen ikki, um hann spælir fótbólt aftur. ? Eg eri ikki knýttur at nøkrum felag og havi heldur onga avtalu, tí eg veit ikki, um eg komi fyri meg aftur, sigur Rógvi Jacobsen, sum tó vónar tað besta. Seinast klaksvíkingurin var á vøllinum, var í maimánaði í ár.

Rógvi Jacobsen fekk tá trupulleikar við eini spong í fótinum, sum hovnar so mikið nógv hvørja ferð hann rennur, at hann noyðist at gevast. Síðani hevur toppskjúttin á føroyska fótbóltslandsliðnum verið í Írlandi, har serfrøðingar hava kannað hann.

? Serfrøðingarnar har siga, at útlitini hjá mær eru góð, men sum nú er, er støðan ikki nóg góð, sigur Rógvi Jacobsen. Tað gongur tó spakuliga framá hjá honum, men Rógvi Jacobsen torir tó ikki at lova, at hann spælir fótbólt aftur næsta kappingarár.

? Sum sagt, so veit eg ikki við vissu, um eg spæli aftur. Tað gongur framá, men tað er so seint og eg veit heldur ikki, um tað verður ordiliga gott aftur yvirhøvur. Tað veit eg ikki fyrr enn um nakrar mánaðir, sigur Rógvi Jacobsen, sum tískil ikki hevur bundið seg at nøkrum felag fyri komandi kappingarár.