Aftur í gjár var hýsuprísurin góður á Fiskamarknaði Føroya, hóast meðalprísurin ikki var líka góður sum hósdagin. Í gjár vóru knappliga 25 tons av hýsu á uppboðssøluni. Tann størsta hýsan kom upp í 21,90 krónur fyri kilo, og meðalprísurin var 17,97 krónur.
Prísurin á hýsu II og III kom upp í 18,20, og meðalprísurin á teimum báðum støddunum var áviskavist 15,94 krónur og 15,26 krónur. Tann minsta hýsan, hýsa IV, kom upp í 16,20 krónur, og meðalprísurin var 10,20 krónur.
Fyrradagin var hýsan uppaftur dýrari. Tá fór hýsa III fyri 19,23 krónur í meðal.
Meðalprísurin á toski var í gjár millum 9,31 og 18,51 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin í gjár 95 tons fyri góðar 1,4 millión krónur.