Framvegis góður húkafiskiskapur

Í løtuni eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap, men væntandi fara fleiri avstað aftur um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu, og fiskiskapurin er góður.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at all frystilínuskipini fiska í føroyskum sjógvi í løtuni. 

 

Um útróður verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men øtlar seinni í vikuni.

 

- Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, og teir fiska bara tosk og hýsu, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya afrat í sínum metingum fyri næstu viku.