Í Kolumbia hevur uppreistrarrørslan FARC ógildað eina avtalu við venesuelska forsetan, Hugo Chavez, um at lata trý fólk leys, sum hava verið gíslar hjá rørsluni í seks ár. Í síðstu viku góðkendi kolumbiska stjórnin, at Venesuela sendi flogfør inni um markið eftir teimum trimum gíslunum, men nú hevur FARC boðað frá, at tey trý verða ikki latin leys kortini. Orsøkin sigst vera, at kolumbiski stjórnarherurin hevur hert álopini á uppreistrarrørsluna teir seinastu dagarnar, skrivar AP.