Framvegis fremstir

Útisetarnir í Keypmannahavn vunnu týðandi oddadyst í vikuskiftinum, og eru tí framvegis hálvt stig fremstir í næstovastu deildini í Danmark.

Talv

Í ár er væl møguligt at telvarnir í Talvfelagnum Føroyar fremja tað bragd at flyta upp í sterkastu deildina á flatlondum. Fýra umfør eru leikt, bert trý resta í, og føroyingar hava leiðsluna, og hava tí møguleikan at avgera lagnuna sjálvir.
Bert spell at stovnarin og sálin í felagnum tey fyrstu mongu árini, Jákup Henriksen, sáli, ikki er vitni til hendan spenning og oddastríðið. Erpin og spentur hevði hann í øllum førum verið.
Liðið hjá okkum er vanliga mannað við seks føroyingum og tveimum dønum, nevnliga IM Nicolaj Borge (2410) og Finn Nøhr (2060). Serliga er IM Borge ein ómetaliga góður styrkur hjá okkum á fyrsta borði.
Undan fjórða umfari vóru okkara menn hálvt stig fremri enn mótstøðuliðið úr Hillerød. Liðið var nakað skert, tá Eyðun Nolsøe í løtuni telvar eina kapping í Norra, eins og heimamennirnir Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg gera. Men tó, so var vónin góð. Vit ætlaðu okkum sigurin, eftirsum triðovasta liðið Helsingør, sum í veruleikanum eru okkara nærmastu kappingarneytar, hittu eitt av botnliðinum hendan dagin.
Neyðugt varð tí at vinna dystin. Telvarnir hjá Hillerød høvdu frá 2300 til 1970 í rating á teimum átta borðunum.

Áttu at vunnu meir
Tað byrjaði annars ikki væl hjá okkum. Eftir slakar tríggjar tímar var støðan 2-0 til Hillerød. Finn Nøhr (6. borð) og Arild Rimestad (7. borð), sum er eykamaður, høvdu tapt. Finn hevði annars møguleikan til javnleik í rókaendatalvinum.
Men hetta vórðu tíbtur einastu tap í dystinum. John Arni Nilssen og Heini Olsen vunnu stutt eftir hvør síni góð talv, og sum heild høvdu teir fýra føroyingarnir, sum eftir sótu, sunnar støður. Terji Petersen leikti á sjeynda borði javnleik, har hann av røttum átti at vunnið. Støðan varð nú 2,5 - 2,5 og trý talv restaði í. Dúgliga varð gitt og mett um úrslitið. 5-3 til okkum varð á tungum flestum.
Merkisvert er at ovastu borðini hjá okkum hava higartil í kappingini vunnið tey flestu stigini. Vit eru sterkir á 6-8. borðunum, men tíverri hevur tað ikki heilt ligið væl fyri hjá hesum umboðunum higartil í ár. Tað kann tó enn koma vend.
Heini Danielsen vann hegnisliga á fimta borði, og eg sjálvur, Carl Eli N. Samuelsen, bjargaði mær javnleikin á fjórða borði í einum rókaendatalvi við finnu í undirskoti. IM Borge hevði alt talvið fyrimun, men mótstøðumaðurin bardist væl, og fekk tíverri hálað eitt hálvt stig heim til Hillerød.
4,5 ? 3,5 vunnu vit loksins, sum í roynd og veru er eitt gott úrslit, sjálvt um vit iðraðu okkum eitt sindur eftir dystin. Komandi umfar verður 2. februar, og tá er ikki sørur spenningur. Vit hitta nevnliga Helsingør (GM sune Berg Hansen á fyrsta borði) sum eru beint í hølunum á okkum. Vinna vit hendan dyst, so sær lovandi út. Tí í seinastu tveimum umførunum hitta vit botnliðini AS 04 og Øbro. Einans eitt lið flytur upp í fyrstu deild.

Støðan í 2. deild eftir 4. umfar:
Talvf. Føroyar19,5
Helsingør19,0
Fredriksberg18,0
Hillerød18,0
Skakspilleren15,0
AS 0413,5
Odysseus13,0
Øbro12,0

Wijk aan Zee ? Karpov við aftur
Siðvanda stórmeistarakappinginí hollendska býnum Wijk aan Zee, hin 65´inda í røðini, byrjaði um vikuskiftið. Tvey umfør eru leikt í skrivandi løtu. Luttakararnir eru eitt nú Kramnik, Anand, Karpov, Ponomariov, Topalov, Ivanchuk, Shirov, Bareev, Grischuk, Polgar, Loek van Wely, Krasenkow, Radjabov og Timman, sum allir eru stórmeistarar. Fjúrtan telvarir og trettan umfør er skráin hjá hesum talvstjørnum komandi dagarnar.
Tvey umfør eru leikt, og einsamallir á odda við fullari úrtøku er Bareev, sum eitt nú vann við svørtum á Ponomariov. Karpov og Anand hava hálvtannað stig.
Talvið í blaðnum í dag er ímillum FIDE-heimsmeistaran Ponomariov og heimsmeistaran Kramnik. Tað ganga nærum ár millum tapini hjá Kramnik, men ímóti Ponomariov tapti hann óvæntað eftir einans 38 leikir.