Manningin á danska bingjuskipinum Charlotte Mærsk stríðist við at sløkkja eldin, sum kyknaði á dekkinum seinnapartin í gjár. Manningin fær nú hjálp frá skipum hjá malaysisku sjóverjuni, og sløkkiliðsmenn eru á veg út til skipið. Tað segði reiðaríið A.P.Møller-Mærsk seinnapartin.
21 mans eru við Charlotte Mærsk, og sambært reiðarínum eru tríggir teirra danir, teirra millum skiparin. Hinir eru úr India, Filipsoyggjunum og øðrum londum.
Charlotte Mærsk var statt úti fyri havnarbýnum Port-Klang í Malaysia, tá eldur kyknaði millum bingjurnar á dekkinum. Skipið, sum er bygt í 2002, kann taka næstan 8.200 20 fót-bingjur.