Enn vita fronsku myndugleikarnir ikki, hvør myrdi tey bretsku al Halili-hjúnini og eina eldri kvinnu í einum skógi í teimum fronsku Alpunum í summar. Tvær gentur sluppu frá hendingini á lívi. Stutt frá bilinum hjá hjúnunum lá líkið av einum manni, sum tó ikki hevði nakað tilknýti til hini.
Umleið 60 løgreglufólk í sjey londum arbeiða við at fáa greiði á málinum, men franska løgreglan, sum samskipar kanningarnar, viðgongur í dag, at enn er eingin undir illgruna. Umleið 800 fólk eru avhoyrd, og løgreglufólk hava kannað nógvar túsund upptøkur hjá vakmyndatólum.
Í fyrstani høvdu myndugleikarnir illgruna um, at ein leigudrápsmaður hevði framt illgerðina, men seinni kanningar hava víst, at drápsmaðurin hevði eina skammbyrsu frá fyrra heimsbardaga, og slík vápn plaga leigudrápsmenn ikki at brúka.











