- Vit hava onga tilbúgving, so einfalt er tað. Tað varð tosað nógv um manglandi tilbúgvingina, tá Olshana sakk, men einki er gjørt síðan. Úrslitið er, at útgerðin er niðurslitin, vit hava framvegis onga samskipan, og eingin tekur ábyrgd fyri dálkanina, sigur Pauli Einarsson.
Pauli Einarsson eigur og rekur privata virkið OSR, ið fæst við tilbúgving í samband við dálking á havinum.
- Fleiri uppskot eru løgd fram fyri landsstýrisfólkini í innlendismálum, um hvat kann gerast á økinum, men einki hendir. Eg havi eisini bjóðað meg fram, bæði sum partur av arbeiðnum og sum samskipari, uttan at hoyra nakað, sigur hann.
Pauli Einarsson sigur, at landið má taka avgerð um hvat tað vil við tilbúgvingini.
- Er tilbúgvingin ein útreiðsla ella ein íløga? Vil mann yvirhøvur verja náttúruna? Spyrt tú meg, manglar samskipan, útgerð og venjing innan tilbúgving í Føroyum, sigur Pauli Einarsson.