Vegna veður hava bæði Teistin og Hasfjord avlýst siglingina um Skopunarfjørð higartil í morgun.
Teistin skuldi fara fyrsta túr úr Skopun klokkan 06.45 og seinna túr nú klokkan 08.10, men báðar hesar fráferðir eru avlýstar.
Tað nýggjasta er, at Teistin møguliga fer úr Skopun á fyrsta túri í dag klokkan 10.30 - um viðrar.
Í gjár vóru eisini avlýsingar á farleiðini, og eingin sigling var eftir klokkan 14.30.
Sambært ferðaætlanini skuldi Teistin fara av Gomlurætt á seinasta túri í gjárkvøldið klokkan 23.05, men seinasti túrur varð sigldur longu klokkan 14.30.