Heldur ikki í gjárkvøldið eydnaðist Barack Obama, forseta og leiðarunum í Kongressini at semjast um eina avtalu, sum skal forða fyri einari búskaparligari vanlukku, sum kann fáa avleiðingar fyri allan heimsbúskapin. Teir fara at royna aftur í dag.
Partarnir eru ósamdir um, hvussu nógv USA kann skylda. Markið, sum Kongressin hevur sett, er 14.294 milliardir dollarar, men stjórnin sigur, at verður markið ikki hækkað, verða eingir pengar eftir í kassanum 2. august, og so kann landið ikki rinda sín ar rokningar.
Sambært stjórnini er tørvur á minst 2.000 milliardum dollarum. Demokratarnir eru til reiðar at útvega pengarnar við sparingum og meiri skatti frá teimum ríkastu, men republikanararnir vilja bara ganga við til almennar sparingar.