Framvegis eingin mynd av sokna bátinum

Heldur ikki í gjár eydnaðist at fáa nakra mynd av sokna bátinum í Skopunarfirði.

 

Eitt myndatól var sett niður á botn í Skopunarfirði, men sambært MRCC var so nógvur streymur, at ikki bar til at fáa nakra mynd av bátinum.

 

Teir eru tó rættiliga vísir í, at teir vita, hvar báturin liggur, tað halda teir seg kunna staðfesta frá skannaramyndum.

 

Í dag verður aftur roynt, fyrst við skannara, fyri at enn einaferð staðfesta, um tað man vera sokni báturin, teir halda seg síggja, og síðani, um streymurin er til vildar, verður myndatólið aftur sett niður á botn í eini roynd at fáa myndir av bátinum.

 

Tað var hósnáttina, at Mykines sigldi á ein minni glastrevjabát í Skopunarfirði. Tveir mans vóru í bátinum, annar varð bjargaður, meðan hin ikki er afturíaftur komin enn.