Sáttmálin, sum Brian Kerr hevur við Fótbóltssamband Føroya, gongur út 1. november. Sostatt eru einans 11 dagar eftir inn til samstarvið partarnar millum steðgar, um ikki nýggj avtala verður gjørd.
Hvørki Fótbóltssamband Føroya ella Brian Kerr hava dult yvir, at partarnir eru í samráðingum. Brian Kerr hevur, eins og Fótbóltssambandið, eisini sagt, at hann er sinnaður at halda áfram sum landsliðsvenjari.
Greitt er tó, at partarnir framvegis ikki hava gjørt nakra nýggja avtalu. Samstundis er Brian Kerr endurgivin í altjóða miðlum fyri at siga, at hann er áhugaður í starvinum sum venjari hjá Norðurírlandi, sum ongan venjara hevur sum er.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, sigur við Dimmalætting, at partarnir tosa saman.
- Vit eru framvegis í samráðingum, men eg dugi ikki at siga, nær vit hava ein avkláring, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.