Framgongdin hjá andstøðuflokkunum í danska Fólkatinginum heldur fram.
Ein nýggj meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt, vísir, at Radikali Vinstri missir nú eisini veljarar og hevði fingið 8,8 prosent, um val hevði verið nú. Fyri einum mánað síðani gav ein kanning honum 10,5 prosent. Samstundis hevur Danski Fólkaflokkurin 1,3 prosentstig framgongd síðani í desember.
Kanningin hjá Megafon vísir, at hevði val verið nú, høvdu teir borgarligu andstøðuflokkarnir fingið 52,7 prosent av atkvøðunum og stjórnarsamgongan 46,3 prosent.