Nógv umrødda uppskotið um at hækka barnaískoytið við í mesta lagi 1.500 krónum fyri hvørt barnið til illa sperdar barnafamiljur, er framvegis í Trivnaðarnevndini, sum á fundi í morginári fær partar inn til hoyringar, áðrenn álit verður skrivað.
Millum teirra, ið skulu hoyrast, eru umboð fyri "Í menniskjum góður tokki", Frelsunarherin og Samtak, umframt landsstýrisfólkini Annika Olsen og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Hagstovan.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Rigmor Dam, javnaðartingkvinnu, sum er limur í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.