Í libyska býnum Bani Walid eru framvegis bardagar millum uppreistrarmenn og hermenn hjá Muammar Gaddafi, men sum skilst vænta uppreistrarmenninir at taka býin skjótt.
Bardagin um býin byrjaði fyri tveimum døgum síðani, og tíðindastovan Reuters skrivar, at hermenninir hjá Gaddafi eru trýstir inn ímóti miðbýnum, og at uppreistrarmenninir hava tikið aðrar partar av býnum.
Ein útvarpsstøð, sum styðjar Gaddafi-stýrið, sigur, at Gaddafi hevur biðið fólkið í býnum berjast til seinasta blóðdropa.