Í Vikuskiftissosialinum stóð, at Norðís á Eiði fór at lata aftur mánadagin. Hetta vísti seg ikki at vera heilt soleiðis Hetta tí at virkið fekk fisk í gjáramorgunin, tá línuskipið, Grani, landaði. Hetta gjørdi, at virkið verður í drift í tveir til tríggjar dagar afturat, sambært Jóhan Páll Joensen.
? Tey arbeiða vanligar dagar sum er, men eg veit ikki heilt, hvussu leingi tað verður, sigur stjórin í Maru Seafood.
Jóhan Páll Joensen leggur afturat, at við arbeiðinum at bjarga Maru, dugir hann ikki at síggja heilt hvønn veg tað ber, men at hann framvegis arbeiðir við fleiri møguleikum.