ST fýlist í einari nýggjari frágreiðing á, at fyrrverandi uppreistrarmenninir í Libya hava umleið 7.000 fólk sitandi í fongsli, sum hvørki eru dømd ela ákærd.
Fangarnir fáa onga løgfrøðiliga hjálp, tí virksemið hjá løgregluni og dómsvaldinum er ikki skipað aftur síðani uppreisturin ímóti Mummar Gaddafi.
ST sigur seg hava fingið dømi um, at fangarnir fáa ringa viðferð í fongslunum. Sum skilst eru teir flestu úr grannalondunum sunnan fyri Libya.