Framúrskarandi seinni hálvleikur hjá Danmark

Í fyrra hálvleiki sá heldur svart út, men danska liðið reisti seg í seinna hálvleiki og vann trygt

Hondbóltsfagnaðurin er stórur í Danmark. Fyri løtu síðani vann Danmark 27-23 á Spania. Í steðginum var Spania á odda 14-11, og tað var ikki fyrrenn við støðuna 19-18, at Danmark kom á odda í dystinum. 

 

Í fyrra hálvleiki hevði danska verjan ikki so gott tak á spaniumonnunum, og tað knípti eisini at fáa bóltin innum Arpad Sterbik í spanska málinum, sum stórspældi nærum allan dystin, men seinasta korterið fingu donsku skjúttarnir betri tak á honum. Í seinna hálvleiki fekk danska verjan tak á spaniumonnunum, og Niklas Landin, sum ikki hevði staðið illa í fyrra hálvleiki stóð enn betri í seinna hálvleiki. Jesper Nøddesbo fekk fimm framúrskarandi mál á strikuni í seinna hálvleiki, og tað munaði væl hjá Danmark. Mikkel Hansen fekk "bara" trý mál, men legði upp til fleiri onnur mál, og vísti seg í løtum frá sínari bestu síðu. Michael Damgaard gjørdist toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Alberto Entrerrios gjørdist toppskjútti hjá Spania við fýra málum.

 

Tað sær gott út hjá Danmark at vinna seg víðari til hálvfinalurnar, men enn er einki avgjørt, tí Týskland er væl við enn, og Spania skal møta Russlandi og Ungarn, og hevur ein góðan møguleika at koma uppá átta stig. Týskland vann 30-29 (17-16) á Russlandi í dag. Russland, Svøríki og Ungarn eru uttan møguleika at vinna seg í hálvfinaluna. 

 

Støðan í EM millumbólki 2 : 

 

Danmark 3  3 0 0  88- 70  6 stig

Týskland 4  3 0 1  115-106  6 stig

---------------------------------------------

Spania 3  2 0 1  79- 78  4 stig

Russland 4  1 1 2  109-115  3 stig

Svøríki 3  0 1 2  76- 79  1 stig

Ungarn 3  0 0 3  67- 86  0 stig

 

Dystirnir í EM millumbólki 2 komandi dagarnar : 

 

26.01 17:15Spania:Ungarn
26.01 19:30Svøríki:Danmark
27.01 15:00Svøríki:Ungarm
27.01 17:15Týskland:Danmark
27.01 19:30Spania:Russland