Framúr úrslit hjá Ester og Vorboða á NM

Tey gjørdist í dag nummar 3 í B finaluni og endaði sostatt samlað sum nummar 8

Hóast tað er hennara fyrsta ár í bólkinum ungreiðfólk, so megnaði 16 ára gamla Ester Dahl á Heygum og hesturin Vorboði, at ríða seg heilt upp á eitt triðja pláss í b finaluni, í greinini T2 slakteymatølt.

 

Hetta merkir at tey samanlagt enda nummar 8 í bólkinum. Tá hugsað verður um, at tey flestu Ester ríður ímóti, eru um 5 ár eldri, so er hetta eitt satt bragd og eitt boð um góðar tíðir fyri framman.

 

Ikki kann sigast annað enn at NM luttøkan higartil hevur hepnast væl hjá føroyska liðnum.

 

##med2##