Eftir øllum at døma er tað glóðheitur Lukas Graham, sum um hálvaaðru viku skal framføra á Vágsbøi í Klaksvík.
Seinasta útgávan hevur verið eitt risa-hitt í Danmark, og tá hann um vikuskiftið var á Grøun Koncert í Valby, tóku rósurnar frá ummælarunum nærum ongan enda.
Sambært ummælaranum hjá Ekstra Blaðnum hevði Lukas Graham so nógv tí bestu framførsluna á koncertini.
- Lukas Graham sigraði so stórt, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar Thomas Treo, sum gav framførsluni fýra av fimm stjørnum.
Ummælarin heldur, at positivu vibratiónirnar sprændu út frá tí unga manninum í undirtroyggini, og hann heldur, at tað er ein fragd at uppliva ein danskan poppsangara, sum veruliga dugir at syngja.
- Lukas má eiga nakrar milliónir í bankanum, men tað var einki samanlíknað við tað yvirskot, hann hevði í Valbyparkini, skrivar Thomas Treo.









