Íslendski bólkurin hjá Janus Rasmussen, Bloodgroup spældi í fyrradagin live í íslendskum sjónvarpi, síggj framførsluna av lagnum Indefinite.
Bloodgroup gav fyrr í ár út framúrskarandi fløguna Tracing Echoes, og spældi millum annað fleiri konsertir á ársins Iceland Airwaves. Hetta er ein framúrskarandi konsertbólkur, men langt síðan er, at tey spældu í Føroyum seinast. Men á leinkjuni niðanfyri ber til at uppliva Janus Rasmussen og hini í Bloodgroup, sum tey ljóðaðu, tá tey spældu í íslendskum sjónvarpi.
Í Føroyum er Janus Rasmussen kendur sum tónleikaframleiðari, og úr bólkum sum Byrta og Lama Sea.